Laksurin er mín!

Telduposturin

Pálmasunnudag rann mær í hug eina av søgunum sum blivu lisnar í útvarpinum seinast í sjeytiárunum. Brotið sum kom í mín huga er úr eini av skaldsøgunum hjá Jens Paula Heinesen. Millum okkum smádreingir gjørdist tað eitt satt orðatak at siga ?Róligur, Sámal Mathias, hvalurin er mín!? Hendan leysliga broytingin av røddini í lurtitólinum brúktu vit tá onkur tyktist at taka meir til sín, enn vit hildu vera rættvíst.

Orsøkin til, at hendan søgan kom fram fyri meg aftur, vóru eini tíðindi sum bórust í norsku fjølmiðlunum sunnudagin. Tað var stjórin í norska granskingarráðnum, Lars Aukrust, ið vil hava norðmenn til at ogna sær rættindini til framleiðsluna av laksi. Lars Aukrust meinar, at norðmenn sum skjótast eiga at leggja seg eftir at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu laksurin er uppbygdur og síðani at tryggja sær einkarrættin til laksaílegurnar. Eftir hansara hugsan eiga norðmenn at tryggja sær hesi rættindini, tí Noreg í dag er heimsins størsti framleiðari av alilaksi.

Aukrust-tankin er, at Noreg einaferð um ikki so nógv tíggjuár ikki hevur meir olju og gass at selja, og tá er tað fiskur og fiskaúrdráttur, sum skal tryggja Noreg inntøkur. Aling og vanligur fiskiskapur er í dag næst størsta útflutningsvøra. Olja og gass er nógv tann størsta inntøkukeldan, men longu í dag kunnu serfrøðingar siga, at hendan inntøkan vil minka komandi árini, meðan aling og fiskivinna økja um útflutningsvirði á hvørjum ári.

Lars Aukrust vísir á, at vitanin um laksaíleguna vil vera við til at basa laksasjúkunum, og tann sum situr við rættindunum til ílegu vil hava nógvar trumfir mótvegis kappingarneytum sum Føroyum og Skottlandi.

Hugsanin er ikki heilt av leið, tí tað hann her vísir á, er at tað er av stórum týdningi at alararnir í Noregi hava alt at vinna við at tryggja sær hesi einkarrættindini ? í kapping við altjóða fyritøkur sum liva av at sita á tílíkum rættindum.

Fyri føroyingar, sum fylgja við í orðaskiftinum um deCode skal sleppa at eiga rættindini til og kunnleikan um arvaeginleikarnar og sjúkurnar hjá føroyingum og íslendingum, er hetta eitt vælkent evni.

Samstundis kemst ikki uttanum, at almennir norskir granskarar í størri og størri mun renna ørindir fyri norska stórkapitalin. Ístaðin fyri at stríðast ímóti eini privatisering av ílegum, kastar hann seg út í privatiseringina og vil hava norðmenn at tryggja sær einkarrætt til ein fisk sum hevur stóran týdning fyri nógv smærri samfeløg í Skottlandi, Írlandi, Føroyum og aðrastaðni.

Lars Aukrust leggur dent á, at laksurin og alifiskur yvirhøvur fær stóran týdning framyvir. Tí meinar hann, at tað er av alstórum týdningi at norðmenn tryggja sær fyrst og fremst laksin sum sín ?úrdrátt?. Hetta merkir sjálvandi, at føroyingar kunnu framleiða laks í framtíðini, men um hetta uppskotið vinnur fram, so skal tann norski laksurin vera fyrstafloks vøran, meðan tann føroyski og skotski laksurin gerst annaðfloks. Hetta verður sum við russiskum kaviari, sum kostar nógv og so øllum øðrum kaviari og rogni í heiminum, sum ikki fær nærhendis sama prís. Norðmenn kunnu vísa á, at teir hava einkarrættin og kunnleikan um laksin, sum føroyingar og aðrir ikki hava atgongd til. Tískil kunnu norskir alarar geva eina trygd, sum aðrir ikki kunnu. Samstundis sum norskir granskarar hugsa slíkar tankar um hvat Noreg eigur at gera fyri at tryggja sær einkarrætt til kunnleikan um ein fisk, so tykist vinnan ikki at hava heilt tær somu tjóðskaparligu kenslurnar fyri ílegu og hvør sum eigur rættindini.

Heimsins størsta alifyritøka, Hydro Seafood, gerst nú hollendsk. Hálvstatliga fyritøkan Norsk Hydro heldur seg ikki hava nóg nógv at vinna innan alivinnu, og hevur tí selt alt Hydro Seafood til Holland og felagi Nutreco. Við í søluni fylgir allur kunnleikin sum Hydro Seafood hevur bygt upp síðani 1969.

So hóast norskir granskarar renna ørindir fyri norska vinnu, so er tað eingin trygd fyri at hesin kunnleiki ikki seinni verður seldur til altjóða fyritøkur. Tá er tað ikki norski staturin, sum fær pengarnar, men partabrævaeigararnir í teimum privatu fyritøkunum og hálvprivatu fyritøkunum.

Ílega er eitt eymt evni, serliga tá ein hugsar um, at her er tað tann sum hevur pengar sum kann knúlva tann sum ikki hevur so nógvar pengar. Norðmenn hava alt ov nógvar pengar, og tað tykist, sum um tað finnast hugsanir í samfelagnum sum siga, at hesir pengar skulu brúkast til at gera norðmenn einaráðandi innan eina vinnu teir ikki eru einsamallir um í dag.

Góðar páskir!


Jógvan Hugo Gardar,

Oslo