Laksur telur mest í útflutninginum

Bæði í virði og í nøgd er eitt sindur meir útflutt av fiskavørum fyrstu átta mánaðirnar í ár. Trý prosent fleiri krónur fyri fýra prosent fleiri kg.

Tá vit hyggja at nøgdunum, er tað serliga alifiskinum vit hava útflutt meira av. Útvið ein triðing meir er útflutt av alifiski, men í virði er bert ein vøkstur á tvey prosent.

Býtt á fiskasløg er tað tó framvegis laksurin, sum umboðar størsta partin av fiskaútflutninginsvirðinum. Heili 35 prosent av samlaða virðinum er frá laksi. Eftir hetta koma makrelur, toskur og upsi við hvør sínum umleið 10 prosent.

Í nøgd er tað makrelurin sum fyllur mest. 18 prosent av fiskaútflutninginum eru makrelur, meðan svartkjaftur og laksur fylla umleið 15 prosent hvør.

Toskur og upsi standa fyri hvørjum sínum fimm prosentum av teimum 230 tús. tonsunum, sum eru útflutt higartil í ár.