Laksur doyði av hørðum streymi

Eini 70 tons av laksi doyðu herfyri í nótum, og Matvørueftirlitið í Noregi heldur, at serliga harður streymur var orsøkin Kyst.no veit at siga, at eini 70 tons av laksi eru deyð í nótum í Noregi, og nú vísa kanningar, at orsøkin helst er, at tað rak óvanliga hart, har aliringarnir lógu.

- Vit hava kannað fisk á staðnum, sum sær frískur og góður út. Hetta styrkir okkara ábending um, at fiskurin doyði av ?ekstremum? streymviðurskiftum.

Matvørueftirlitið heldur, at streymviðurskiftini førdu til, at fiskurin kleimdist og vantaði súrevni.