Bert 15% av laksinum, sum kemur niðan í svensku áirnar at gýta, sleppur heilskapaður omanaftur á sjógvin Sviar hava brúkt nógvan pening til at byggja laksatrappur, soleiðis at laksur og síl lættari kunnu sleppa niðan í svensku áirnar at gýta.
Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki gingið so væl, sum ætlanin var við hesum trappum.
Kanningar vísa nevniliga, at bert 15% av fiskinum, sum kemur niðan í áirnar, sleppur heilskapaður oman aftur á sjógvin eftir gýting.
Restin av fiskinum verður malin til fiskafars í turbinunum, sum sviar hava sett í árirnar.