Nógv fólk løgdu leiðina framvið laksa- og sølutorginum leygardagin. Hetta var 17. ferð, at Runavíkar kommuna, Bakkafrost og Visit Eysturoy skipaðu fyri árliga sølu- og laksatorginum.
Á skránni vóru ókeypis laksarættir og málningaframsýning í býráðssalinum. Fimleikafelagið Støkk vísti fimleikakynstur í leysari luft og Kári Sverrisson, Beinir og Rani og Kristina Bærentsen spældu á pallinum.
Videobrotið hevur felagið DroneDirector hjá Simon Nordendal gjørt.










