Laksaprísir
Stjórin í alifelagnum, P/F Luna, sigur, at teir laksaprísir, vit hoyra um í Noregi, kunnu tykjast eitt sindur misvísandi. Norska krónan er lægri enn hin føroyska, soleiðis at her er ein kursmunur uppá 10%.
- Tá ið vit hoyra úr Noregi, at miðalprísurin á kruvdum laksi er einar 24 krónur fyri kilo, so svarar hetta til 21,60 krónur í Føroyum. Hetta er júst tað, sum vit í miðal fingu fyri kruvdan laks í síðstu viku, sigur Atli Gregersen.
Eitt miðaltal
Hann fegnast tó um, at bati hevur verið í prísinum í seinastuni, og bara síðan í fjør heyst, er talan um ein prísmun uppá nakrar krónur fyri kilo.
- Eftir álopið á New York, fullu laksaprísirnir, og tað er ikki fyrr enn nú, teir eru komnir uppaftur á sama støði, sum teir vóru tá.
Atli sigur, at tá ið hann nevnir eitt tal, sum er 21,60 fyri kilo, er hetta eitt miðaltal fyri ymiskar støddir og dygdir av kruvdum laksi.
- Tær bestu støddirnar hava tá ein væl hægri prís enn miðalprísurin er, sigur hann.
Hongur saman
Atli vísir á, at eitt hampiliga væl rikið virkið klárar í løtuni at framleiða eitt kilo av laksi fyri einar 20 krónur.
- Tí selja vit nú við einum lítlum avlopi. Hinvegin er greitt, at tá ið alivinnan hevur mist sín eginpening, er eisini neyðugt við einum prísi, sum ikki er lægri, enn hann er í dag. Tí kunnu vit bert vóna, at uppgongdin, sum verið hevur, stendur við, soleiðis at tað aftur fer at løna seg at framleiða og selja laks, sigur Atli Gregersen, stjóri í P/F Luna.