Alivinna
- Orsøkina til lækkingina havi eg onga beinleiðis uppskrift uppá, sigur Regin
Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á Glyvrum. ? Men prísurin er ógvuliga javnur nú, og eg vænti ikki, at hann lækkar meira.
Síðani fyrra hálvár í fjør er prísurin á laksi fallin við umleið einum triðingi. Tá lá prísurin um 27 ? 30 kr/kg. Men umleið tvær vikur í fjør var prísurin heilt uppi á 35 ? 37 kr/kg.
- Prísirnir eru lækkaðu spakuliga niður á 23 ? 24 kr/kg, men innan fyri tvær vikur í juni mánaða fóru prísirnir brádliga niður á 20 ? 21 kr/kg. Harfrá var so ein støðug lækking á 10 ? 15 oyru um vikuna niður á tað, sum prísurin er nú. Men núverandi prísur er rættiliga støðugur, og hevur hann ligið har síðani á ólavsøku, greiðir Regin Jacobsen frá.
ILA ikki orsøkin
Regin Jacobsen sigur, at orsøkin til príslækkingina er ikki ILA. Marknaðarprísurin er soleiðis júst nú, so hetta er ikki bert ein trupulleiki í Føroyum.
? Ein grund til lækkingina er tó, at laksaframleiðslan í Chile er nærum tvífaldað innan eitt ár. Hetta hevur havt við sær, at framleiðslan bæði í Føroyum, Noregi og Skotlandi er minkað munandi. Men Chile hevur ætlanir um at minka vøksturin og fáa laksin av høvuðsmarknaðanum við at gera hann til dósamat, sigur Regin Jacobsen.
Avleiðingar
Spurdur um, hvørjar avleiðingar hetta kann koma at hava fyri alivinnuna í framtíðini, svarar Regin Jacobsen stutt og greitt: - Minni vinningur. Minni avlop. Verri rokniskapur. Minni møguleiki fyri at gera íløgur, og um ein hevur gjørt ov stórar íløgur, kann hetta gerast ein trupulleiki.
- Nú og fram til jólar er góð tíð at selja, sigur Regin Jacobsen. ? Tá laksaprísirnir lækka, veksur eftirspurningurin jú. Tí vænta vit, at fram ímóti jólum er mongdin av laksi á marknaðinum minkað so mikið, at prísirnir fara at hækka aftur.
Framleiðslan til USA steðgað
At tað í hesum døgum er vandi fyri kríggi hevur so at siga onga ávirkan á sølumarknaðin. Talan er her bert um 10 ? 50 tons um vikuna, ið flutt verða til USA, so hetta ávirkar ikki framleiðsluna stórvegis.
? Parturin av okkara framleiðslu til USA er steðgaður síðani álopini í síðstu viku, men verður tikin uppaftur, fortelur Regin Jacobsen. ? Tann feska vøran, ið vit flyta til USA fer jú við ferðafólkaflogførum, og hetta er sett forboð ímóti nú. Tá byrjað verður aftur, verður alt flutt við farmaflogførum, og hetta verður helst tikið uppaftur í næstum.