- Tað hevur ongantíð áður verið so neyðugt við einari savningarstjórn í Føroyum, sum tað er nú, sigur samgongutingmaðurin Magni Laksáfoss - Eg haldi avgjørt, at vit eiga at fáa eina savningarstjórn í Føroyum. Ein møguleiki er at gera eina samgongu við teimum fýra stóru flokkunum, men teir smáu flokkarnir hava eisini verið konstruktivir, so teir kundu í grundini eisin verið við í einari nýggjari samgongu, sigur Magni Laksáfoss við Rás2.
Hann heldur, at tíðin er komin til at royna eina breiða samgongu í Føroyum.
- Er tað nakrantíð rationelt at tosa um eina savningarstjórn í Føroyum, so er tað júst nú, tá ið vit eru á veg inn í eina búskaparkreppu, har nøkur álvarsom inntriv mugu gerast, og har allir partar mugu geva seg, sigur Magni Laksáfoss.
Samrøða við Magna Laksáfoss kann hoyrast í Vinnurásini á Rás2 klokkan 15.10 í dag.









