Laksáfoss vildi hava fleiri sjónarmið umboðað

Magni Laksafoss heitti á Jóhan Petersen, sum hevur vart sambandsvongin í almenna kjakrúminum í fleiri ár, at siga sína hugsan um donsku ríkisveitingina fyri 2011. - Tað var fyri at fáa fleiri sjónarmið umboða. Vit hoyra oftast bara sjónarmiðini hjá Sigurði Poulsen, Hermanni Oskarsson og landsstýrinum, Tí valdu vit at hava Jóhan Petersen til hoyringar, sigur Magni Laksáfoss.

Gott og væl 75 prosent av fíggjarlógini eru um heilsumál, skúlamál og almannamál.

Jóhan Petersen hevði við sær á fundin eitt fólk við breki, sum situr í koyristóli. Viðkomandi var raktur av heilabløðing fyri nøkrum árum síðan.

Tað var fyri at vísa á, hvussu umráðandi tað er, at føroyska samfelagið hevur pengar at hjálpa fólkum, sum eru illa fyri.

- Eg visti einki um, at hann hevði eitt fólk við sær, sigur Magni Laksáfoss við Rás2.

Torbjørn Jacobsen rýmdi av fundinum, tá Jóhan Petersen møtti. Men tingmaðurin fyri Tjóðveldi heldur, at Jóhan Petersen fór um øll moralsk og etisk mørk.

- Hann fer alt, alt ov langt við at siga, at soleiðis fer støðan at vera í Føroyum, um vit koma til valdið, sigur Torbjørn Jacobsen.

Les eisini greinina ´Torbjørn rýmdi í protest´