Magni Laksáfoss hevur nakrar meiningar um, hvussu vit kunnu halda eitt sindur aftur, fyri ikki at koyra meiri ferð á búskapin, enn neyðugt. Eg eri samdur við Magna Laksáfoss, tá hann metir, at vit eiga at raðfesta øðrvísi og møguliga útskjóta nakrar stórar íløgur, til búskapurin aftur verður meira normalur.
Hetta er eisini fult í tráð við samgonguskjalið, har tað beinleiðis og orðarætt stendur soleiðis: »Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur. Endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum.«
Magni Laksáfoss hevur sín fulla rætt til at úttala seg, tá tað er í tráð við samgonguskjalið, so tí sklji eg ikki Javnaðarflokkin og talsmann hansara, tá hann sigur, at »um Magni ikki tolir luktin á bakaríinum, so eigur hann at fara«. Kanska hevur tingmaðurin hjá Javnaraflokkinum gingið so leingi á bakaríinum, at hann luktar ikki brendaroykin… Men tað ger okkara nýggi landstýrismaður, sum júst er komin har.
At spara ella at halda aftur við 200 til 300 milliónum krónum í rakstrinum á komandi løgtingsfíggjarlóg, rakar okkara almennaverk meira enn gott er, og vita bara eftir, um ikki sjúkrahúsini og skúlaverkið verða tey fyrstu, sum enn eina ferð merkja spariknívin. Og so koyrir alt aftur, sum tað plagar, við hóttanum um uppsagnir á Landsjúkrahúsinum o.s.fr.
Pisa-kanningin gav øllum ein hvøkk, og nú skuldi setast inn fyri at bøta munandi um skúlaverkið. Men hvat er hent og hvat hava vit í væntu, tá okkara fólkavaldu ikki tora at síggja veruleikan í eyguni? Roknistykkið er ikki øðrvísi enn so, at um vit skulu hækka støðið í skúlaverkinum, so skulu pengar til, um vit vilja tað ella ikki.
Eg vil eisini taka undir við sjónarmiðum, sum hava verið í bløðunum í síðstuni, har ført hevur verið fram, at Sambandsflokkurin ikki hevur verið nóg heilhjartaður í sínum stuðli til landstýrismannin. Magni, halt fram við tínum skilagóðum meiningum um okkara búskap og hvat tú heldur og meinar. Vit eru fleiri, ið stuðla tær!