Lakkseminar á Hjalla

Fríggjadagin 18. desember skipaði Vøruhúsið á Hjalla fyri einum skeiði fyri teir sum lakkera og umvæla skaðar á bilum

Umleið 50 luttakarar úr øllum landinum vóru á skeiðnum, har teir lærdu um nýggju produktini hjá DuPont við serligum denti á at ansa væl eftir sær sjálvum. Hóast produktini verða alt meira umhvørvisvinarlig er neyðugt at taka øll neyðug fyrivarni, sigur Sámal Olsen, sum er lakksølumaður hjá Vøruhúsinum.


Skeiðið var skipað soleiðis, at meðan tað teoretiska fór fram í Vøruhúsinum, var praktiska undirvísingin á Bilverkstaðnum hjá Hans J. Kollsker, sum eisini er á Hjalla.


Tað vóru Jan Døj og Martin Ochs frá LakGruppen A/S í Danmark, ið m.a. umboða DuPont lakk, sum hildu skeiðið. Teir upplýstu at nýggjastu produktini hjá DuPont longu nú lúka umhvørviskrøvini, sum koma í gildi í 2016 og 2017.