Skeiðið varð hildið í sambandi við at týska lakkverksmiðjan Spies Hecker er komin á marknaðin við nýggja vatnbaseraða lakkinum Permahyd Hi-TEC 480.
Lakkerarar frá fleiri bilverkstøðum kring landið vóru við á skeiðnum, har teir lærdu um nýggjastu produktini innan lakkering.
Tað var málinga- og lakkfyritøkan Hjá Fróða í Havn, sum umboðar Spies Hecker í Føroyum, ið skipaði fyri skeiðnum. Endamálið við skeiðnum er, at tey sum lakkera við Spies Hecker lakki verða dagførd við tí nýggjasta innan lakkering, soleiðis at tey altíð fáa tey bestu úrslitini við at nýta tey produktini sum vit selja, sigur Jóhann Rubek Nielsen, leiðari á lakkdeildini hjá Fróða.