Í næstu viku fer Tórshavnar Havn at rudda í Álakeri. Gamlir bátar, sum eingin tykist vilja kennast við, verða fyribeindir, um eigarin ikki ger vart við seg innan mánadagin.
Lýst hevur verið við hesum, og nýggj lýsing kemur í bløðini aftur um vikuskifti, verður sagt av Tórshavnar Havn
Freistin at fáa hesi viðurskifti í rættlag er úti 1. juni, og mánamorgunin annan juli verður farið undir at rudda.
Fleiri bátar, sum eru meira ella minni vrak, hava leingi ligið á bátaplássinum, og hesir verða nú fyribeindir.