Lakari úrslit enn í fjør

212 milliónir í mun til 255 milliónir somu tíð í fjør. Tað er úrslitið fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost. – Men allar deildir góvu yvirskot, sigur Regin Jacobsen, stjóri

Úrslitið hjá Bakkafrost í triðja ársfjórðingi 2015 áðrenn skatt var 212 milliónir krónur samanborið við 255 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi í fjør. Úrslitið eftir skatt var 168 milliónir krónur samanborið við 211 milliónir í fjør. Bakkafrost tók 13 túsund tons av laksi í triðja ársfjórðingi 2015.

 

– Úrslitið er heldur lakari í hesum ársfjórðinginum í høvuðsheitum orsakað av hægri kostnaði. Hóast hetta, góvu allar deildirnar hjá felagnum avlop. Tá ið nýggja brunnskipið »Hans á Bakka« kom til Føroya í triðja ársfjórðingi, tók Bakkafrost eitt týðandi stig í strategiini hjá felagnum at lækka lívfrøðiliga váðan og menna virksemið. Marknaðarútlitini fyri komandi ár eru góð, ongin vøkstur í útboðnum væntast á heimsmarknaðinum, samstundis sum økjandi eftirspurningur er á øllum teim stóru marknaðunum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost í tíðindaskrivi í morgun.

 

Bakkafrost setti 2,8 milliónir smolt út í triðja ársfjórðingi 2015, sum er í samsvari við útsetingarætlan­ina hjá felagnum.

 

Rávørukeypið hjá Havsbrún fyrstu níggju mánaðirnar í ár minnir nógv um rávørukeypið somu mánaðirnar í fjør. Havsbrún tók ímóti 10 túsund tonsum av rávøru í triðja ársfjórðingi 2015, og rávørukeypið hjá Havsbrún fyrstu níggju mánaðirnar 2015 var 171 túsund tons.

 

Nýggja brunnskipið »Hans á Bakka« kann føra 450 tons av livandi fiski og er útgjørt við nýggjastu tøkni og serstakari útgerð at loysa uppgávur, t. d. avlúsing. Íløgan í »Hans á Bakka« økir flutningsorkuna og minkar lívfrøðiliga váðan. Eftir at skipið kom til Føroyar, er seinasta hond løgd á uppseting av útgerð og royndarkoyringar.

 

Tann 30. september 2015 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 182 milliónir krónur í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost hevði ótroyttar kredittir á 802 milliónir krónur við endan av triðja ársfjórðingi 2015, og solvensurin var 63%.

 

Les meira um Bakkafrost: Hevur fíggjarligu styrkina til íløgur