Laila vann tað heila

Jólakappingin hjá Sosialinum

Laila Monika Hjelm í Klaksvík gjørdist hepni vinnarin av 10 kassum við Faxe-Kondi sodavatni í jólakappingini í Sosialinum.
 
Laila Monica, sum fyllir 13 ár í februar, gongur í Ósáskúlanum í Klaksvík. Hon er sera áhuga í djórum, og heima hevur hon fimm hamstarar, sum hon fegin vildi vísa Sosialinum, tá vit komu við vinningunum.
 
Laila Monika er sera aktiv í flogbólti og spælir hon horn í
hornorkestrinum. Sum nógv onnur ung í Klaksvík er hon eisini virkin í Virkishúsinum, men hon skiftur eisini eitt sindur ímillum undómsarbeiði í samkomunum Betesda og Emmaus.