Laila syngur við morgunmatarborð

Við ókeypis morgunmatarborðið hjá Sands kommunu leygardagin, fer Laila Carlsen at syngja nakrar sangir.

Leygardagin komandi bjóðar Sands kommuna til ókeypis morgunmatarborð á Mørkini Miklu. Hetta er í samband við seinsummardagin, sum verður á Sandi henda dagin.

 

- Tiltakið byrjar klokkan 10, og tá klokkan er 11 fer Laila Carlsen at syngja nakrar sangir fyri teimum, sum koma til væl borðreidda morgunmatarborðið.

 

Sands kommuna fer eisini at brúka hetta høvi, sum stóra morgunmatarborðið er, at heiðra starvsfólk, sum eru og hava verið í drúgvari tænastu fyri kommununa.

 

- Verið øll hjartaliga vælkomin til seinsummardagin og morgunmatarborð hjá Sands kommunu, ljóðar heilsanin á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu í dag.