Laila og Niels Petur – Vit gleða okkum mest til Teit

”Tað er altíð hugnaligt at verða á G!, man má fara"

Hjúnini Laila og Niels Petur Fagraberg, teljast millum tey mongu, ið aftur í ár hava leita sær til Gøtir á Festival.


”Tað er altíð hugnaligt at verða á G!, man má fara” siga tey bæði, næstan í kór.


Hóast G! festivalurin hevur verði góður á hvørjum árið, so halda tey bæði tvey at skráin í ár heilt avgjørt er meira spennandi enn í fjørð. Hon er eisini fjølbroytt, við bæði tí góða gamla so sum Chris Christoffersen, men eisini Monophonics ljóða spennandi.


Vit gleða okkum tó mest at hoyra Teitur á Sandinum” Sigur Laila og Niels Petur tekur undir við henni, men leggur aftur at, at tað eru fleiri góð føroysk nøvn, ið tey heilt sikkurt fara at lurta eftir.