Ikki færri enn 72 føroyskar kvinnur, ið allar eru færri sentimetrar enn sonevndu ideal-modellirnar, vildu sleppa upp í part, tá Laila av Reyni skuldi hava 10 álvagentur til mótasýning, sum verður partur av útgávukonsert hennara.
Við in.fo sigur Laila, at hon varð púrasta bilsin av stóra áhuganum fyri at ganga model.
- Eg varð púrasta paff, tá heili 72 gentur kontaktaðu meg við ynski um at verða valdar. So eg beyð teimum øllum oman í Østrøm at royna seg á eini catwalk við tónleiki og í høgum skóm, so eg kundi síggja, hvussu væl tær tordu at føra seg fram, sigur Laila av Reyni við in.fo.
- Tær vóru sera ymiskar, og allar riggaðu væl, so avgerðin var ikki løtt hjá mær, nú eg bara kundi velja 10 av teimum. Kundi eg valt allar, so gjørdi eg tað, men so hevði mær vantað bæði tíð og armar undan útgávutiltakinum, sigur Laila.
Saman við Simonu Midjord og Gvøðny Gunnarson eydnaðist tó at velja tær 10, sum verða partur av sýningini, tá útgávukonsertin verður hildin um lítlan mánað.