Lagt seinastu hond á uppsetingina av Marghøllini

Høllin er nú handað Vágs Ítróttarráð.

Lauri og Rene (myndin) frá Best Hall hava nú lagt seinastu hond á uppsetingina av Marghøllini í Vági, og høllin er nú handað Vágs Ítróttarráð.

 



Hesin parturin av byggingini er nú liðugur, og næstu sjakkini eru farin ígongd, og fevnir arbeiðið um at byggja upp innibygning við øllum hentleikum frá skiftirúmi til fundar- og undirvísingarhøli, og um el-arbeiðið.

 



Innibygninginum standa byggifyritøkurnar Norcon og SH-Bygg fyri, meðan MR-EL stendur fyri el-arbeiðinum.