Tollvaldið hevur síðsta árið avdúkað stórar nøgdir av hassj, amfetamini og ecstasytablettum
Í fráboðan frá Taks verður sagt, at Tollvaldið ger eitt stórt eftirlitsarbeiði, fyri at forða fyri, at rúsevni og aðrar ólógligar vørur koma til landið, og síðsta árið hava tollarnir m. a. avdukað stórar nøgdir av hassji, MET-amfetamini og ecstasytablettum.
Tá Taks ikki hevur nóg góð hagtøl frá undanfarnum árum at samanbera við, ber ikki til at siga, um hetta er ein vøkstur ella ikki, men tað er eingin ivi um, at talan er um alt ov stórar upphæddir.
- Í okkara eftirlitum vilja vit heldur staðfesta, at alt er í lagi, enn at verða noydd at gera rættingar og sekta fólk; men hesi hagtøl siga okkum eisini, at tað er avgjørt neyðugt at halda fram við slíkum eftirlitum, og helst burdu tey verið fleiri í tali. Tó krevur hetta neyðuga arbeiðsorku og amboð, og tí eru komandi játtanir avgerandi fyri, hvussu nógva orku Taks kann leggja í eftirlitsarbeiði, sigur Eyðun Mørkøre.