Lagt fram ynski um fígging til lækna í medisini

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur í dag kunnað seg um umstøður og virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann millum annað fekk innlit í ynski um fígging til lækna í medisini

Mynd: Dávur Winther

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur í dag kunnað seg um umstøður og virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á vitjani vóru eisini aðalstjórin í heilsumálaráðnum, Turið Arge, teir tríggir sjúkrahússtjórarnir Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


 ##med2##


Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at vitjanin hjá landsstýrismanninum hevði til endamáls at veita innlit í, hvørjar viðgerðir eru á sjúkrahúsinum, og hvørji ynski leiðsla og starvsfólk hava um at víðka um virksemið. Umframt, at landsstýrismaðurin fekk høvi til at heilsa upp á tey, ið starvast á sjúkrahúsinum.
 
- Kaj Leo Holm Johannesen hevur fingið innlit í, hvussu høg ferðin er á arbeiðinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí síðani Norðoyatunnilin lat upp, er virksemið økt munandi, tí vit fáa eisini sjúklingar inn frá Eysturoynni, sigur Alexandra á Dul.
 
- Vit hava lagt nakað av denti á, at vit hava eitt stórt ynski um at fáa ein lækna í medisin aftur á Klaksvíkar Sjúkrahús, sum ikki hevur havt ein slíkan síðani 2015, sigur Alexandra á Dul, og greiðir frá, at sum nú er, verður ómetaliga nógv arbeiði lagt á forvaktina, sum tekur ímóti sjúklingum, gongur stovugongd, passar seingjardeildina og skaðastovu og hevur vakttelefonina 1870. Tað er ov mikið hjá einum lækna at vera á øllum sjúkrahúsinum, og tí vóna vit, at játtan verður latin, so Klaksvíkar Sjúkrahús aftur fær ein lækna í medisini, og uppgávurnar harvið verða betri býttar.
- Hetta hava vit nevnt fyri landsstýrismanninum, og eg vóni, at hann gongur ynskinum á møti, sigur sjúkrahússtjórin. 


##med3##


Hon leggur aftrat, at hon á hesi vitjanini hevur upplýst landsstýrismanninum, hvar sjúkrahúsið er í dag, og hvat kann gerast, fær sjúkrahúsið størri játtan.
- Vit kunnu gera meir bæði lokalt fyri Eysturoynna og fyri Norðoyggjar, men við hægri játtan gerast vit eisini ein betri viðspælari fyri alt sjúkrahúsverkið í landinum, staðfestir hon.


 ##med4##

Mynd: Dávur Winther