Lagnuvika hjá Hull

Úrslitini í útidystunum í kvøld og leygardagin fara at hava alstóran týdning fyri, um Julian Johnsson og Hull skulu kappast um at flyta upp ella ikki

ONGLAND

Eftir at tað seinastu vikurnar hevur gingið eitt sinduer striltið hjá Hull at skava stigini saman, sum eru neyðug, um teir skulu hugsa um at vera við í kappingini um uppflyting, so vunnu teir leygardagin trý kærkomin stig.
Shrewsbury, sum telist millum liðini, ið kappast við Hull um uppflyting, vitjaði, og teir vórðu sendir til hús aftur við 3?0 tapi. Hóast veturin av álvara ger um seg í Onglandi, so vóru ikki færri enn 8.534 eygnavitni á Boothferry Park.
Øll málini komu í 1. hálvleiki. Hull kom á odda við ivasomum brotssparki í 18. minutti, og teir øktu í 28. og 32. minutti.
Í 2. hálvleiki togaði heimaliðið eitt sindur í bremsuna, og tað var ein av orsøkunum til, at gestirnir høvdu greiða leikliga yvirvág. Teir høvdu fleiri risa stórar málmøguleikar, men Paul Musselwhile í málinum hjá Hull var sannførandi.

Einki at reypa av
Julian Johnsson var ikki á stadion leygardagin. Hann lá sjúkur heima við hús, og lokalu miðlarnir vilja vera við, at tað viknaði um liðið, at høvuðsstríðsmaðurin á miðvøllinum og toppskjúttin, Gary Alexander, sum var leikbannaður, ikki vóru við.
Hull venjarin, Brian Little, var, sum rímuligt er, fegin um, at tað hevði eydnast at vinna trý stig, men hann helt ikki, at spælið hevði verið nakað at reypa av.
? Vit hava tapt fleiri dystir í hesum kappingarárinum, tá vit hava spælt væl, og so er tað gott, at vit vinna onkuntíð, tá vit ikki hava spælt so væl. Eg hevði roknað við, at dómarin tíðliga fór at bríksla fyri brotssparki til teirra, og eg hevði ikki roknað við, at hann fór at bríksla, tá vit fingu brotsspark, segði venjarin.
Brian Little hevur framvegis vónir um, at tað skal eydnast Hull at flyta upp. Men um tað skal eydnast, so er neyðugt at vinna útidystirnar:
? Týskvøldið skulu vit spæla í York, og leygardagin skulu vit spæla í Halifax. Hetta eru kanska mest avgerandi dystirnir, um vit skulu hugsa um uppflytingarmøguleikan, staðfesti Hull venjarin.