Lagnustundin hjá TB

Grannauppgerðin í Vági í kvøld, tá VB/Sumba og TB bresta saman, er sera avgerandi fyri møguleikarnar hjá TB at flyta upp. Samstundis royna fýra av niðaru liðunum at sleppa undan at flyta niður saman við MB

FÓTBÓLTUR

 

Í kvøld verður triðsíðsta umfar í næstbestu mansdeildini spælt. Hetta umfarið skuldi upprunaliga havt verið síðsta týskvøld, men var útsett vegna dómaratrot.

Flestu eygu eru vent ímóti stóru suðuroyaruppgerðini, sum verður í Vági millum VB/Sumba og TB. VB/Sumba er fimm stig framman fyri B71 og sjey stig framman fyri TB, so tí hevur syðra suðuroyarliðið longu annan fótin í Vodafonedeildini.

Hinvegin er TB í harðari kapping við B71 um hitt uppflytingarplássið, og av tí at B71 á heimavølli tekur ímóti MB, sum longu langt síðani er farið niður, er lítið sannlíkt, at sandoyingar seta nakað stig til.

Sostatt er kravið til tvørámenn, at teir helst skulu vinna á VB/Sumba í kvøld, tí um B71 vinnur sín dyst og TB bara fær eitt ella einki stig, er B71 fimm stig frammanfyri, tá bar seks stig eru eftir at spæla um, og tá verður tungt hjá TB at sleppa upp í part aftur.

 

Breitt botnstríð

Er spenningur um, hvussu verður við uppflytingini, er sanniliga eisini spenningur um, hvør skal fylgja MB niður, og har eru fýra lið í vandabólkinum, harav Víkingur og NSÍ eru tvey stig framman fyri Skála og FC Hoyvík.

Hinvegin hoyrir við til søguna, at tað kann henda seg, at bara eitt lið flytur niður, tí kabalin við niðurflyting úr Vodafonedeildini og uppflyting úr 2. deild hevur hug at renna saman, men so leingi einki er avgjørt har, ræður í fyrsta umfari um hjá hesum fýra liðunum at bjarga sær.

Og í kvøld eru tað tey ovaru av teimum, ið spæla ímóti teimum niðaru, tí Skála tekur ímóti Víkingi og NSÍ ímóti FC Hoyvík. Vinna tey bæði niðaru, er klumpurin enn tættari, tí so fara tey eitt stig fram um hini bæði. Men vinna hinvegin tey ovaru, eru tey fýra stig frammanfyri, tá bara seks stig eru eftir at spæla um.

Fimti dysturin er í Gundadali, har HB tekur ímóti B68. HB liggur í løtuni sum nummar tvey, mitt millum liðini, ið kappast um at flyta upp, meðan B68 er so gott sum uttan vanda fyri at flyta niður. Tí er hetta tann av dystunum í kvøld, har nógv minst stendur upp á spæl.