Í dag hevur tann alt ov vælkenda ófrættakenslan aftur tikið sæti á tingi. Um eina løtu skulu vit atkvøða við 2. viðgerð um at leggja alt eldraøkið og stórir partar av primeru heilsutænastuni út til kommunurnar at umsita.
Hetta, hóast fíggingin framvegis hongur í leysum lofti, og ongin trygd er fyri, at kommunurnar fáa fígging til átrokandi neyðugur íløgur, eitt nú innan heimarøkt og endurmenning.
Borgarliga privatiseringsrákið hevur tikið kvørkratak á vælferðarFøroyum - við uppskotinum frá landsstýrinum verður latið upp fyri, at sjálv røktin kann privatiserast, og ongi krøv eru um tænastustøðið, fakligheit, eftirlit og kærumøguleikar.
Tað er óamannaverk at leggja eldraøkið út til kommunuarnar í verandi líki. Uppskotið hjá landsstýrinum slóðar fyri A og B tilboðum, bæði hjá brúkarum og starvsfólki.
Alneyðugt er, at grundleggjandi tænastustøði og eftirlit verða tryggjað, og at fíggingin verður nøktandi og samhaldsføst. Tá kann Javnaðarflokkurin taka undir við at leggja eldraøkið út til kommurnar at umsita.
Rigmor Dam,
framsøgufólk Javnaðarfloksins í almannamálum.










