Lagnuløtur á Skála og í Gundadali

Botnuppgerð er á Skála, har AB vitjar, og í Gundadali bresta toppliðini HB og B36 saman

Fjúrtanda og næstsíðsta umfar undan summarsteðginum er á skránni hetta vikuskiftið. Í gjárkvøldið endaði tað 2-2 við Løkin í Runavík, har ÍF var gestur hjá NSÍ í stevnudystinum.

Í dag eru fýra dystir á skránni. Fyrsta bríkslið verður klokkan 15 – bæði í Klaksvík og í Havn – og so verður spælt mest sum út í eitt inntil klokkan 9 í kvøld. Á Skála verður lagt fyri klokkan 17.30, og tað verður rundað av við oyggjauppgerðini á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av Víkingi klokkan 19.

Á Skála verður úrslitið avgerandi fyri vánirnar hjá bæði heimaliðnum og AB at varðveita plássið í deildini.

Í Gundadali verður úrslitið avgerandi fyri, um tað framvegis skal vera spenningur í toppinum, ella um tað fer at vera soleiðis, at B36 fer í summarfrí við risastórum gloppi aftur til tey næstu á støðutalvuni.

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu. Tað er summarveður kring alt landið.

 

Í dag

KÍ-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B68-Víkingur: Erlendur Eiriksson úr Íslandi kl. 19.00

Skála-AB: Ransin N. Djurhuus kl. 17.30

HB-B36: Petur Reinert kl. 15.00

Í gjár

NSÍ-ÍF 2-2 (1-1)

1-0: Klæmint A. Olsen 27.

1-1: sjálvmál 38.

2-1: Klæmint A. Olsen 57.

2-2: Clayton Soares 64. 

 

Støðan

B36 33

HB 28

Víkingur 22

NSÍ 21

EB/Streymur 19

KÍ 17

ÍF 17

B68 9

AB 9

Skála 5

NSÍ og ÍF hava spælt 14 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir