Lagnuløta hjá klaksvíkingum

Eftir fýra útidystir eru nú fýra heimadystir á skránni hjá svanga KÍ

Tølini siga, at KÍ er tað liðið, sum burturúr seks teimum seinastu umførunum hevur vunnið minstu úrtøkuna. Eitt stig og málmunurin 6-15 síðani á norðoyastevnu sigur, at klaksvíkingar eru í kreppu, og at kósin skal broytast og tað nógv, um liðið ikki skal enda undir strikuni. Tað gongur illa at skjóta mál, og í hinum endanum skola málini ígjøgnum. Tað eru tríggir mánaðir og ein viku síðani, at KÍ seinast vann fulla úrtøku.

 

 

Í Vágum var Atli Danielsen miðverji, men tað verður hann neyvan leingi. Sørmund Kalsø, sum fyri stuttum var heilt uttarlaga í hópinum, er orduliga komin aftur í hitan. Jógvan Isaksen er um at koma fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg, og tað er meiri sannlíkt, at hann verður miðverji enn nakar annar, tá ið Víkingur kemur at vitja.

 

KÍ hevur fýra tær seinastu ferðirnar verið á útivølli. Nú bíða fýra heimadystir Eyðuni Klakstein og hansara monnum, og úrtøkan úr teimum verður rættuliga avgerandi fyri, um dagsskráin í Klaksvík verður niðurflyting ella ikki.

 

Fyrsta royndin í hesum umfari á heimavølli er ímóti grannunum í Víkingi. Í 3-1 heimasigrinum á TB ólavsøkudag sást kjalarvørrurin av europeisku luttøkuni væl á avrikinum hjá Víkingi. Hanus Jacobsen, sum man vera kandidatur til ársins spælara í Eystur kommunu, setti hol á við brotssparki, og so skoraði Jann Ingi Petersen tvær ferðir. Nú Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar aftur eru tøkir, hevur Sigfríður Clementsen flutt Jann Inga Petersen í fremstu ódnina á miðvøllinum, og tað hevur víst seg at rigga væl.

 

Ólavsøkudag vóru Hans Jørgen Djurhuus og Dánjal Pauli Lervig á beinkinum. Teir komu báðir á vøllin í 2. hálvleiki, og tað er rættuliga sannlíkt, at í hvussu so er Hans Jørgen Djurhuus verður millum teir fyrstu ellivu ídag.

 

KÍ-Víkingur: Ransin N. Djurhuus klokkan 15.00.