Tað er púra víst, at Víkingur næsta summar fer at taka lut í europeisku kappingini. Klaksvíkingar vilja fegnir vinna sær atgongumerki til altjóða fótbólt. Leingi hevur tað sæð hampuliga gott út tí viðvíkjandi. Tað er framvegis upp til KÍ sjálvt at gera av, um talan skal vera um at spæla í Europa næsta kappingarár, men nú er tað ikki frítt, at tað sansar at.
Í morgin skal KÍ spæla í Sarpugerði. Tað verður ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði, og tað fara ivaleyst nógv KÍ viðhaldsfólk undir fjørðin.
Setningurin hjá KÍ er at vinna fulla úrtøku. Um tað ikki eydnast, so er møguleikin stórur fyri, at HB við heimasigri á TB kann lyfta seg framum KÍ í kappingini um Europa Cup pláss, og harvið dettur KÍ av bronsuplássinum og aftur á fimta plássið.
– Vit kenna treytirnar, og hóast tað var vónbrot at tapa á heimavølli ímóti B36, so rokna við avgjørt við, at tað skal bera til at vinna fulla úrtøku í Sarpugerði, sigur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Jógvan Isaksen og Ivan Joensen eru tøkir aftur eftir leikbann, og harvið er kappingini um plássini á KÍ liðnum uppaftur størri, enn hon hevur verið.
Eisini Víkingur tapti fyri viku síðani á heimavølli. Hóast 3-2 tapið ímóti EB/Streymi, so er Víkingur framvegis við í kappingini um bronsuplássið. Altjóða atgongumerkið varð tryggjað við sigrinum í steypafinaluni.
Hesa ferð er Evrard Blé – ivaleyst ársins spælari í Víkingi – leikbannaður. Sølvi Vatnhamar, sum er staddur í Danmark í lestrarørindum, var ikki heima síðsta vikuskifti, og tað er lítið sannlíkt, at hann hesa ferð kemur heim at hjálpa til.
Víkingur - KÍ
Rúni Gaardbo
leygardagin klokkan 16.00