Hvørki EB/Streymur, HB ella B71 hava ráð at missa stig í kvøld, skulu tey gera sær nakrar tanakur um at røkka teirra málum. EB/Streymur fyri iki at missa sambandið við oddaliðið, HB fyri at sleppa úr ringu gongdini og B71 fyri at bjarga sær lívinum í deildini.
Stevnudysturin í Sundalagnum er millum tvey tey fremstu liðini í føroyskum fótbólti seinastu trý árini. Men í ár er støðan ein onnur, EB/Streymur er komið í satt ódnarveður í miðlinum og tapur liðið í kvøld, so er væl møguligt at liðið er átta stig frá oddasessinum. HB er nærmast í kreppu. Liðið hevur 14 stig á sætta plássi og tað samsvarar ikki við gongdina seinastu tvey árini, har teir hava vunnið FM. HB hevur hendan dystin, umfarmat eina grannauppgerð móti B36 fyri summarsteðgin.
Á Sandi er familjufestivalur, men tað er eisini greitt, at tapur B71 í dag móti ÍF, so ilt at síggja hvussu B71 skal kunna bjarga sær lívinum í bestu deildini. Teir fáa vitjan av ÍF, sum liggur teimum næst á stigatalvuni.
Rás2 ferð at senda frá dystinum við Margáir millum EB/Streym og HB. Byrja verður at senda klokkan 18:30. Somuleiðis verður fylgt við í gongdini av Sandi. Sigfríður Clementsen verður viðmerkjari.
Dystir um vikuskiftið - Vodafonedeildini:
Leygardagin 18/6:
B71 ÍF 17:30 Eiler Rasmussen
EB/Streymur HB 19:30 Rúni Gaardbo
Sunnudagin 19/6:
07 Vestur NSÍ 15:00 Alex Troleis
B68 Víkingur 15:00 Lars Muller
B36 KÍ 15:00 Ransin N. Djurhuus










