upptakt
Ivaleyst tann mest spennandi av teimum fýra landskappingardystunum í bestu deildini, sum eru á skránni í vikuskiftinum, er tann, sum í morgin verður á Sevmýri.
Skála hevur ongan dystin vunnið. TB hevur vunnið ein. Tað var í fyrsta umfarinum á Sevmýri ímóti VB. Úrslitið var 1?0 til heimaliðið. Síðani hevur TB bara fingið eitt stig ? í heimadystinum ímóti EB/Streymi.
? Eg rokni við, at tað liðið, sum fer at hava betri tak á nervunum, fer at hava góðan møguleika at vinna. Tað eru bara trý lið, sum kappast fyri at sleppa undan botnplássinum og harvið beinleiðis niðurflyting. Tí hava innanhýsis uppgerðirnar so sera stóran týdning, og hetta er kanska tann dysturin, sum fyri hesi bæði feløgini er tann, sum hevur størst týdning av øllum.
Tað sigur Lynge Nielsen. Hann hevur seinastu tvær vikurnar verið venjari á Tvøroyri. Hann ásannar, at setningurin hjá honum og spælarunum verður fyrst og fremst at halda tørn og at stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
?Eg má bara ásanna, at fyritreytirnar, sum vit hava arbeitt út frá, hava ikki verið góðar. Tað fer at koma væl við, tá vit fáa frí frá kappingini, men talan verður ikki um nakran stórvegis steðg frá venjingini. Tað ber stutt sagt ikki til hjá okkum, sigur Lynge Nielsen.
Undan dystinum í morgin er tað greitt, at Andrass Nolsøe ikki verður tøkur, og tað er sera ivasamt, um jugoslavarnir báðir, Nebosjé og Vladimir, verða førir fyri at spæla. Teir dragast allir við skaðar.
Óvissa um nýggju menninar
Í gjár skrivaðu vit, at tríggir spælarar úr Rumenia eru komnir til Skála. Ætlanin er, at teir skulu spæla við á Tvøroyri. Um tað skal bera til, so skulu øll tey formligu viðurskiftini vera komin upp á pláss.
Tá vit tosaðu við Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF, vóru øll viðurskiftini ikki komin upp á pláss, men spæliloyvini hjá í hvussu so er tveimum spælarum vóru komin úr Rumenia.
? Vit hava á síðu 94 í skipanini greitt sett upp, hvat tað skal syrgjast fyri, áðrenn útlendskur spælari fær loyvi at spæla. Viðurskiftini hjá Skála við útlandið eru komin upp á pláss. Men tað stendur eisini, at loyvisbrævið verður ikki útskrivað fyrrenn avvarandi felag í Føroyum hevur sent FSF váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um, at viðkomandi leikari er búsitandi í Føroyum. Hetta yvirlitið er ikki komið til okkara, og fyrrenn tað er komið, verða loyvini ikki útskrivað, sigur Ísak Mikladal. Hetta var í fyrrakvøldið, og FSF aðalskrivarin dugdi ikki at síggja forðingar fyri, at fremmandu menninir kundu spæla í morgin, um omanfyri nevndu viðurskiftini komu upp á pláss fríggjadagin.