Lagnan stendur upp á spæl

Klassikarin í Klaksvík verður avgerandi fyri, hvør dagsskráin skal vera restina av kappingarárinum

Seinnapartin verður klassikarin millum KÍ og HB. Hesaferð verður hann í Klaksvík.

KÍ hevur framvegis ikki tapt, og KÍ hevur møguleika at endurvinna oddasessin, sum NSÍ í gjár setti seg í.

 

Havnarmenn eru kroystir. Í dag og hósdagin verður tað mest sum avgjørt, um kappingarárið skal snúgva seg um at spæla fyri at sleppa upp í part í Europa ella ikki. Um HB vinnur fulla úrtøku í dag, so verður fjarstøðan fram til KÍ trý stig. Um KÍ vinnur fulla úrtøku, so verður fjarstøðan aftur til HB níggju stig.

Hósdagin skulu bæði liðini spæla hálvfinalu í steypakappingini – KÍ í Runavík og HB ímóti B36.

 

-Tað er altíð spennandi og intenst at spæla í Klaksvík. Vit vóru sera óhepnir ikki at vinna í Streymnesi, og vit halda okkum hava góðan møguleika at vinna í Klaksvík, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson, sum vaks upp í Klaksvík og KÍ.

-Okkum dámar væl at hava bóltin, men vit eru greiðir yvir, at klaksvíkingar eru ágangandi, og harvið eru vánir fyri, at tað vera nógvar langar sendingar og nærdystir, sigur HB málverjin.

Daniel Elly Pedersen er framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um Jógvan Rói Davidsen, Ári Mohr Jónsson og Bartal Wardum vera førir fyri at spæla.

 

Í KÍ leguni er lagið gott. Sigurin í Trongisvági síðsta sunnudag kendist søtur.

-Vit hava stóra virðing fyri HB, men vit hava eisini sjálvsálitið, sum skal til, og vit ætla okkum at vinna fulla úrtøku, sigur veteranurin Hjalgrím Elttør, sum higartil í ár hevur verið rættiliga drúgvur.

Hjá KÍ er tað smeitur, at miðvallarin Semir Hadzibulic er leikbannaður. Tað er ivasamt, um Atli Danielsen verður førur fyri at spæla ídag.