Lagnan hjá tvíburunum enn óviss

Tvíburarnir, sum hava søkt friðskjól í Føroyum, bíða enn eftir eini avgerð frá Útlendingastýrinum.

Tær báðar 14 ára gomlu tvíburasystrarnar úr Gambia, ið í november søktu friðskjól í Føroyum, biða enn eftir eini avgerð frá danska Útlendingastýrinum, um tær sleppa at verða verandi í landinum ella verða send heim aftur til eina óvissa framtíð í teirra heimlandi.


Tað var í november, at Sosialurin bar tey tíðindi, at tvær 14 ára gamlar tvíburasystrar úr afrikanska landinum Gambia høvdu søkt friðskjól í Føroyum.


Tær vóru í Føroyum og vitjaðu beiggja sín, ið býr í landinum, tá tær fingu frænir um hvør lagna bíðaði teimum, tá tey vendu aftur til sítt heimland. Tá frættist, at familjan hevði avgjørt, at onnur teirra skuldi giftast einum eldri manni, meðan hin skuldi umskerast.


Fyri in.fo upplýsir Hildur Hentze, kanningarleiðari, at talan er um danskt málsøki, og at málið tískil verður viðgjørt av Útlendingastýrinum, sum í næstum skal hava samrøður við systrarnar.


Meðan bíða verður eftir eini avgerð, verða systrarnar verandi hjá familju í Føroyum.