Tað er altinget.dk, sum hevur kunngjørt fyrstu veljarakanningina eftir at fólkatingsvalið var útskrivað. Tað kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri miðlin.
Kanningin vísir, at sitandi meiriluti fær 87 sessir, meðan borgarligi vongurin fær 82. Í millum blokkarnar eru so flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, sum sendur til at fáa 6 sessir.
Men um stjórnin fær trý umboð úr Føroyum og Grønlandi afturat sær, so er meiriluti uttan Løkke.
Í Grønlandi eru tað stóru vinstraflokkarnir Siumut, sum er javnaðarflokkur, og IA, sum er vinstru megin Siumut, sum uttan iva fara við báðum sessunum. Teir eru nógv størri enn allir hinir flokkarnir í Grønlandi.
Í Føroyum bendi mangt á, at Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum verður afturvaldur, og so skuldi verið nóg mikið av atkvøðum fyri stjórnini. Ella so kann Sjúrður Skaale koma í somu støðu, sum Jóannes Eidesgaard var í 1998, tí hann var tungan á vágskálini. Hjá honum var ikki neyðugt at atkvøða. Hann skuldi bara ikki atkvøða fyri at fella stjórnina. Tað sama kann Sjúrður Skaale gera, um úrslitið verður sum hendan kanningin.
Sambært kanningini gongur stjórnarflokkurin hjá Mette Frederiksen fram.
Konservativi flokkurin gongur enn einaferð aftur og fær 11,2 prosent, og Dansk Folkeparti er í kanningini undir sperrumarkinum og kemur ikki inn í Fólkatingið.
Radikali flokkurin fær ein ordans lúsing frá veljarunum, skrivar altinget.dk, uttan tó at siga, hvussu tølini eru fyri ymsu flokkarnar.