Eftir at tey hava verið í karantenu í 10 dagar fáa fyrrverandi starvsfólkini á Dimmalætting stuðul úr Arbeiðsloysisskipanini.
Tað váttar Ingolf S. Olsen, virkandi formaður í fakfelagnum hjá journalistum, Føroysk Miðlafólk.
– Vit vóru á fundi við ALS í gjár, og har fingu vit viðurskiftini upp á pláss. Árni Gregersen váttar sum fyrrverandi stjóri á Dimmalætting, at felagið er hildið uppat. Tá ALS hevur fingið eina útgreinaða váttan frá honum, eru viðurskiftini hesum viðvíkjandi komin upp á pláss, sigur Ingolf S. Olsen.
Ógreitt er tó, hvussu verður við løn og eftirløn, sum starvsfólkini eiga til góðar hjá Dimmalætting, men tey hava vent sær til Trygdargrunnin hesum viðvíkjandi.
Enn er Dimmalætting ikki lýst konkurs. Fyri at tað skal henda, skal onkur kreditorur krevja felagið konkurs. Tað hava Føroysk Fjølmiðlafólk ikki gjørt enn.
– Ta avgerðina taka vit í dag ella í seinasta lagi í morgin, sigur Ingolf S. Olsen.