Lagnan hjá HB bíðar

Tað verður starvsnevndin hjá FSF, sum skal taka støðu til málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen

Fótbóltur

Mánadagin hevði Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum fund. Millum málini á skránni var tað, sum íkom, eftir at tað stóð greitt, at HB hevði nýtt spælara, uttan at hesin hevði gyldugt spæliloyvi. Eitt mál, sum í nógvar mátar líkist tí, sum í fjør sendi ávíkavist KÍ og B36 úr steypakappingini.
Og nú stendur eisini greitt, at tað verður sama forum, sum skal taka endaliga støðu í málinum.

Starvsnevndin uppí
Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at Kappingarnevndin hevur lýst málið gjølla, men at nøkur endalig niðurstøða ikki varð gjørd á fundinum.
 Vit gjørdu av, at tað verður starvsnevndin hjá FSF, sum skal taka støðu til málið, og tí er eingin endalig niðurstøða greið enn. Sjálvur rokni eg við, at málið soleiðis verður tikið upp á fyrstkomandi starvsnevndarfundi, sigur Høgni í Stórustovu.
Og hetta svarar neyvt til niðurstøðuna, sum Kappingarnevndin kom til fyri einum ári síðani. Málið varð tá mett at hava somikið stóran prinsipiellan týdning, at Kappingarnevndin ikki vildi taka støðu til spurningin einsamøll. Og tí varð málið lætið starvsnevndini.