Hóast tað ikki koppar øllum ætlanum hjá Fremad Amager, so er tað sjálvandi ein strika í rokningini, um felagið komandi kappingarár skal spæla í triðbestu donsku deildini.
Men tann møguleikin er óhugnaliga nær, nú bara ein dystur restar av kappingini. Ikki síðani teir spældu málleysan javnleik móti oddaliðnum úr Lyngby, hevur Fremad Amager fingið stig. Og seinstu átta dystirnir eru taptir.
Tað hevur borið við sær, at liðið nú er botnproppur í deildini, og tí er ein sigur lívsneyðugur, um teir skulu halda sessinum í deildini. Og so er tað kanska heldur ikki nóg mikið. Einki av teimum trimum liðum, sum eru beint oman fyri Fremad Amager skal vinna, og HIK skal enntá tapa sín dyst.
Og nógv verður eisini lagt fyri undan sunnudegnum. Felagið hevur longu boðað frá, at áskoðarar sleppa ókeypis inn á Sundby Idrætspark sunnudagin, og fjepparafelagið hevur lýst við átakið, har andlitsmáling við meira verður á skránni longu klokkan 10 sunnumorgunin.
Ivaleyst verða eisini nógvir føroyingar millum áskoðararnar, nú liðið skal rópast uppaftur, og so er spurningurin bara, um tað verður fótbóltsveitsla ella ikki, tá teir 90 minuttirnir móti SønderjyskE eru spældir.