07 Vestur ferðalagið er á veg til Fuglafirðar. Óvissan er, um liðið verður í bestu ella næstbestu deildini, tá ið tað seint seinnapartin verður farið úr Fuglafirði. Tað vita teir í 07 Vestur, áðrenn teir fara á vøllin í Fløtugerði at seta punktum fyri hetta kappingarárið.
-Vit fara at fylgja við í, hvussu tað lagar seg í næstbestu deildini, har tað verður spælt nú á middegi. Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, um vit halda fram í bestu deildini. Liðið er í góðari menning. Av royndum vita vit, at um talan verður um niðurflyting, so verður neyðugt at byrja mest sum av nýggjum, sigur 07 Vestur miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen.
Tað er fyri langari tíð síðani greitt, at ÍF næsta ár fer at spæla í næstbestu og triðibestu deildini í staðin fyri í bestu og næstbestu deildini, sum felagið í ár hevur verið umboðað í. Tað er eisini greitt, at Albert Ellefsen, sum saman við Oddbjørn Joensen hevur havt ábyrgdina av ÍF liðnum síðani summarsteðgin, ikki verður venjari í Fuglafirði næsta ár.
Tað plaga at bera nógvar skiftingar við sær eftir niðurflyting. Hvussu tað verður í Fuglafirði hevur tað ikki enn verið so nógv at hoyra um. Tað man tó vera ivasamt, um danski málverjin, Henrik Lindhard Jensen fer at halda fram í felagnum. Hann hevur vart málið alt hetta kappingarárið.










