Lagkøkan verður javnari býtt uttan blokkstuðul - skommin liggur í heimastýrinum

Hans Pauli Strøm hevur í tveimum greinum roynt at fjala tann veruleika, sum undirritaði vísti á í grein herfyri.

 

Høgni Hoydal

?????????????


Hans Pauli Strøm hevur í tveimum greinum roynt at fjala tann veruleika, sum undirritaði vísti á í grein herfyri. Nevniliga, at meðan vit gera okkum leys av blokkstuðli, raðfesta vit júst almannamál, heilsumál, mentan, útbúgving og gransking nógv hægri í okkara landshúsarhaldi.

Undir heimastýrinum, har vit nýttu allan blokkin og læntu okkum út á sjógv, varð almanna-, heilsuverkið og skúlaverkið ikki raðfest og at enda niðurpínt. Tað fer at taka nógv ár at rudda eftir skommina í heimastýrinum.

Lagkøkan verður nú javnari býtt, sum hjáløgdu talvur vísa. Hans Pauli kann ikki afturvísa hesum, og tí roynir hann at koma við sínum royksløri av heilt øðrum tølum.

Tað er sera betonkiligt fyri ein mann, sum veit betur, tí hann starvast við tølum dagliga. Hans Pauli kundi skjótt og greitt havt sett upp tøl, sum júst prógva tað, ið undirritaði hevur víst á.


Niðurpíningin undir heimastýrinum

Onki er skorið niður á hesum økjum, men hinvegin økt undir hesum landsstýri. Vit brúka nú 2/3 av hvørjari krónu til hesi endamál, meðan vit í heimastýrisbúskapinum bert brúktu helvtina av hvørji krónu. Og undir hesi samgongu eru hesi økini hækkað nógv meiri enn øll árini frá 1990-1998. At Hans Pauli fer at tosa um prístalsreguleringar og hvat átti at verðið gjørt frá 1990-1998, er heilt annað mál, og har má hann leita aðrastaðni fyri at finna fívlar.

Ongin hevur sagt, at vit á nakran hátt hava loyst teir stóru trupulleikarnar á eitt nú røktarheimsøkinum ella bústaðarviðurskiftini hjá brekaðum. Tað, sum hevur verið forsømt í meira enn 20 ár, verður ikki loyst eftir einum samgonguskeiði. Tað fer at taka fleiri ár at fáa rímilig viðurskifti á mongum økjum.

Men raðfestingarnar eru greiðar og byggja á eitt veruligt búskaparligt grundarlag. Við politikkinum, sum Hans Pauli mælir til, fara Føroyar aftur á húsagang eftir fáum árum ? og hvør rindar tá gildið?


Vís alla myndina, Hans Pauli.

Men hetta vil Hans Pauli Strøm ikki tosa um. Hann hevur ístaðin tosað um tað, ið fór fram undir kreppuni og hevur lastað sitandi landsstýrið fyri tað. Hans Pauli hevur ístaðin tosað um teir lønarniðurskurðir og niðurskurðir á øllum økjum, sum fóru fram fyrrapartin av hálvfemsunum ? og brúkar tað til at lasta sitandi landsstýrið.

Tað er ikki reelt. Um Hans Pauli var reellur, so hevði hann víst, hvussu raðfestingarnar frá 1990 ? 1998 samsvaraðu við hansara prístalsútrokningar. Hvussu nógv hækkaði reallønin áðrenn fullveldisætlanin kom á dagsskránna í mun til prístalið? Hvussu nógv varð sett av til íløgur í sjúkrahús, eldraøkt, skúlar, serforsorg o.s.fr.?

Og um Hans Pauli var reellur, so hevði hann eisini tikið við, hvussu nógv kommunurnar brúka uppá tildømis eldrarøkt, barnaansing og heilsumál í dag í mun til í 1998.

Tá hevði myndin víst júst tað, sum Hans Pauli nú roynir at afturvísa.