Børn
Gøtugjógv: Leygardagin, 1. februar, fyllir dagstovnurin við Gøtugjógv trý ár. Dagurin verður hildin mánadagin, 3. februar, við lagkøku, kakao og einum leiki, sum ein pedagognæmingur framførir. Hetta er ein sonevndur skuggaleikur, har skuggar av Brúsabukkunum verða vístir á lørift.
Torgerð Hansen er leiðari á dagstovninum við Gøtugjógv.
Hon sigur, at hóast stovnurin er ungur í garði, plaga tey at "markera" føðingardagin
við onkrum etandi og drekkandi, og hesaferð verður so leikurin eisini á skránni.
- Fyri at øll kunnu verða við - bæði tey, sum eru fyrrapart og tey, sum koma
seinnapart ? verður lagkøka og kakao at fáa um 12.30 tíðina mánadagin. Vit hava eisini sent kunningarskriv til foreldrini, har tey verða boðin til ein drekkamunn. Foreldrini kunnu koma, soleiðis sum tað passar teimum hendan dagin. Teimum nýtist tískil ikki at møta upp stundisliga kl. 12.30.
Torgerð sigur, at tey fara at syngja einar tveir sangir saman við børnunum, áðrenn
leikurin verður sýndur.
76 pláss
Hon sigur, at dagstovnurin við Gøtugjógv, sum bæði hevur vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, hevur pláss til 76 børn, og alt er uppfylt.
Samlaða starvsfólkatalið er 20, harav nøkur arbeiða niðursetta tíð.
- Talið av ársverkum liggur um 14, sigur Torgerð.
Børnini í kommunala dagstovninum við Gøtugjógv eru úr 0 árum til og við børn í 1. flokki, sum ganga í frítíðarskúla.
- Her gongur væl, og vit hava havt nóg mikið av pedagogum. Pedagogarnir eru sjey í tali; hini eru hjálparfólk. Vit hava júst lýst eftir einum pedagogi aftrat, men hesaferð fingu vit ongan, sigur Torgerð Hansen.