KÍ fyllir hundrað um fjúrtan dagar. Øll tiltøkini, sum felagið hevur skipað fyri í tí sambandinum, hava gingið sum eftir ánni. Eisini fótbóltsskúlin í síðstu viku og fótbóltskappingin í yngru deildunum, sum var um vikuskiftið.
Í hesi kappingini vunnu KÍ piltarnir. Teir tykjast rættuliga evnagóðir og ivaleyst fara fleiri teirra um nøkur ár at vera við til at styrkja um besta liðið. Í løtuni gongur tað av skriðuni hjá besta liðnum. Tað skal leitast langt og leingi eftir einum ári, har KÍ bara hevur vunnið eina ferð á heimavølli.
Soleiðis er tað í ár. Sunnudagin tóktist sum um, at sjálvsálit og íblástur eru burtur.
- Vit flyta okkum ov lítið fyri hvørjum øðrum. Bólthaldarin hevur ov fáar møguleikar, og so endar tað alt ov ofta og í dag oftast við longum sendingum fram til álopsspælararnar, og tað er sjálvandi ikki nóg gott, staðfestir liðformaðurin, Atli Danielsen. Tá ið KÍ sunnudagin skal norður á Mølini á Eiði verður talan um rættuliga skert lið, um sammett verður við teir fyrstu ellivu ímóti B36. Jákup Mikkelsen verður neyvan við orsaka av vøddaskaðanum, sum hann fekk ímóti B36, og bæði Ovi Nysted og liðformaðurin, Atli Danielsen, eru leikbannaðir eftir gul kort ímóti B36.