Í lagi at upplýsa um peningaviðurskifti

Okkum vantar greiðar reglur fyri samskifti millum skúlar og fyritøkur, heldur Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags. Ein banki má ikki fara inn í ein skúla at selja eina vøru, men kunning eftir greiðum reglum er góð, heldur hann

Skúli

Randi Jacobsen

randi@sosialurin.fo


Eik Banki breyt ikki marknaðarføringslógina við at hava framløgu fyri 8. flokki í Hoyvíkar skúla.

Tað sigur Brúkaraumboðsmaðurin, sum hevur viðgjørt málið, ið Dimmalætting hevur skrivað um.

Eik Banki gjørdi einki galið, tí bankin hevði frammanundan fingið loyvi frá skúlans leiðslu at koma inn í skúlan við síni kunning.

Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag hevur ikki hug at gera viðmerkingar til ítøkiliga málið, men sum heild kundi hann hugsað sær greiðar reglur fyri slíkt, soleiðis at tað ikki var tann einstaka skulaleiðslan, sum skuldi taka støðu. Reglurnar skuldu komið frá Mentamálaráðnum.


Reglur mugu gerast

- Vit kundu hugsað okkum betri og skipað samstarv við fyritøkur, sum hava nakað at bjóða í undirvísingini. Vit hava so lítið at halda okkum til. At hatta málið var tikið fram soleiðis var júst dømi um, hvussu lítið avklárað tað samstarvið er, sigur Magnus Tausen.

Hann nevnir, hvussu vanligt tað er í øðrum londum, har fyritøkur eitt nú kunnu lata virðislønir til næmingar, sum hava staðið seg væl.

- Eg veit eisini, at fleiri fyritøkur liggja inni við góðum undirvísingartilfari, til dømis oljufeløgini, peningastovnarnir tað sama, og spell r, at tað ikki verður brúkt, sigur Magnus Tausen, sum tó leggur stóran dent á, at eingin peningastovnur eigur at sleppa inn í ein skúla í skúlatíðini við sølufremjandi tiltøkum.