Í lagi at privatir reka tunnilin

Hóast fyrireikingin til Skálafjarðartunnilin er komin væl áleiðis, so hevur ikki verið nógv at hoyrt um leiklutin hjá landsstýrinum. Hetta vildi tingmaðurin, Dánjal Petur Hansen fegin hava at vita, og tí var stutt orðaskifti um hesi viðurskifti á tingi hósdagin. Líkt er ikki til, at nakar í tinginum hevur nakað ímóti hesi privatu ætlanini.

Skálafjørður: - Er nakað til hindurs fyri at eitt privat partafelag kann eiga og reka ein undirsjóartunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy?
Henda áhugaverda spurning reisti tingmaðurin Dánjal Petur Hansen á tingi hósdagin, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni.
Tingmaðurin vildi eisini hava at vita, um vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm helt, at henda verkætlanin skuldi skipast á sama hátt sum hinir undirsjóartunlarnir í Føroyum.
Og í triðja lagi setti hann fram spurningin, um landsstýrið hevur viðgjørt henda spurningin, sum hevur so stóran áhuga millum fólk í Eysturoynni og serliga tann bólkin, sum í longri tíð hevur fyrireika hesa verkætlanina.
Hesin bólkurin er sinnaður at fara undir gerð av tí triðja undirsjóartunlinum í Føroyum. Sum skilst verður nærri at frætta um hetta málið um ikki so langa tíð, tá ætlanin verður løgd meiri nágreiniliga fram.
Tá uppskotið á sinni varð lagt fram kundu teir upplýsa, at um alt gekk eftir tíðarætlanini, so var ikki óhugsandi at koyrandi varð av Skálafjørðinum til Havnar í 2011.

Samfelagsligur týdningur
Dánjal Petur Hansen er komin á ting sum varamaður fyri Kára Højgaard. Og á fundinum hósdagin ynskti hann at fáa Bjarna Djurholm at úttala seg um hesa ætlanina, sum fer at verða samferðsluni at stórum gagni.
Hann vísti á, at hesin fyrireikingarbólkurin er komin væl ávegis við sínum forarbeiði. Teir hava nú fingið til vega undirbygdar kostnaðarmetingar. Dømi um kostnað fyri at koyra ígjøgnum hendan tunnil og ætlanir um linjuføring hava somuleiðis verið alment frammi.
- Her er uttan iva talan verður um størstu og kostnaðarmiklastu verkætlanina í Føroyum nakrantíð.
- Men tað tykist kortini lítil ivi vera um, at talan er um eina verkætlan har nýtslugjaldið væl klárar at rinda allar útreiðslur, sum eru knýttar bæði at íløgum og rakstri, segði Dánjal Petur Hansen, sum sjálvur er heitur talsmaður fyri hesum tunli.
Umframt at verða talan um eina sera arbeiðsskapandi verkætlan, so er her talan um verkætlan sum samfelagsliga kemur at hava stóran búskaparligan týdning, eins og sera stóran týdning fyri trygdina og trivnaðin hjá borgarunum.
Hinvegin so undraðist Dánjal Petur á, at so lítið hevur verið at hoyrt um leiklutin hjá landsstýrinum í samband við hesa verkætlan.
- Tað er undrunarvert, tí at tað jú er uppgávan hjá tí almenna at eiga og reka allar landsvegir okkara. Tað eru eisini 100% almenn partafeløg sum eiga og reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, segði tingmaðurin.
Hann vísti at enda á, at áhugamálini og endamálini aftan fyri privatar og almennar íløgur í flestu førum als ikki eru tey somu. Og tí ynskti hann nú at fáa landsstýrismannin at svara fyrispurningum sínum.

Brotið upp úr nýggjum
Á tingfundinum hósdagin kom fram, at hetta í veruleikanum er eitt rættiliga prinsipielt mál.
Higartil hevur landið fullkomuliga átikið sær allar uppgávur av slíkum slagi. Í hesum føri hevur hesin áhugabólkurin fyrireikað eitt uppskot út í æsir, og hevur tí í ein ávísum mun brotið upp úr nýggjum.
Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm vísti í svari sínum m.a. á, at landsstýrið var væl kunnað um ætlanina hjá hesum privata felagnum. Út frá orðaskiftinum kundi ein staðfesta, at eingin hevði nakað stórvegis ímóti at eitt slíkt felag vildi átaka sær hesa stóru uppgávuna, sum jú ikki kemur at tyngja landskassan.
Spurningurin um undirsjóartunnilin til Sandoynna kom ikki óvæntað eisini inn í orðaskiftið. Her vísti Bjarni Djurholm kortini á, at hesar báðar ætlanirnar hava einki við hvørja aðra at gera sum so.
Í høvuðsheitum kunnu báðar ætlanirnar verða gjørdar samstundis, men spurningurin er altíð um raðfesting, búskaparlig atlit og arbeiðstól.