Ílagi at prísurin á byggilendi hækkar

- Eg havi onki ímóti at prísurin á jørð, verður endurskoðaður, men tað skal gerast við varsemi og landið skal ikki hava okursprís, sigur Bjarni Djurholm

- At prísurin á byggilendi verður gækkaður, hevur ikki so nógv at siga fyri tann einstaka.
Tað
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, sigur at hann hevur onki ímóti, at Búnaðarstovan ætlar at dagføra prísin á jørð.
Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit, at ætlanin er at hækka prísin á jørð og at tað fer at vera eitt bakkast hjá teimum, sum skulu byggja.
Vit søgdu, at gongur, sum ætlað hjá Búnaðarstovuni, fer eitt grundstykki í Havn at vera einar 40.000 krónur dýrari.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tað er skeivt at blanda hann upp í, tí hetta er ikki eitt mál, sum er á borðinum hjá Vinnumálaráðnum.
- Hetta er eitt mál, sum Búnaðarstovan arbeiðir við, sigur hann.
Men Vinnumálaráðið er kærumyndugleiki og tí kann tað henda, at tað endar á borðinum hjá landsstýrismanninum. Men fyrrenn tað hendir, hava vit onki við málið at gera.
Men Búnaðarstovan er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum og stovan hevur vent sær til Vinnumálaráðið og boðað frá, at ætlanin er at dagføra prísin á jørð, Tí teir eru ikki dagførdir síðani fyrst í sjeytiárunum.
- Vit hava boðað frá, at vit hava onki ímóti at prísirnir verða dagførdir, tí tað eru teir ikki blivnir í yvir 30 ár og hevur sostatt heldur ikki fylgt prístalinum, sigur Bjarni Djurholm.
Men Vinnumálaráðið hevur eisini boðað frá, at hetta skal gerast við varsemi.
- Tey, sum longu hava søkt um jørð og tey, sum hava hava eina væl grundaða vón um at fáa jørð fyri gamlan prís, skulu hava jørð fyri gamlan prís.
- Landið skal heldur ikki okra jørð og tí skal prísurin ikki vera so høgur, at hann forðar fyri menning og útbygging. Tí haldi eg, at jørðin skal seljast sum bíligt, sum tilber.
Bjarni Djurholm leggur afturat, at eftirlit eigur eisini at vera við, at lendið, sum er keypt frá tí almenna, veruliga verður brúkt til tað endamál, sum tað er keypt til.
Men av tí, at Vinnumálaráðið ikki er partur í málinum enn, kennir hann heldur onki til, hvussu nógv ætlanin er at hækka prísirnar kring landið.
Um Hetta fer at gera tað torførari hjá kommunum at útvega grundstykki, hevur hann onga viðmerking til.
Men bæði borgarstjórin í Havn og varaborgarstjórin í Runavík, vísa á, at tað er alt ov ósmidligt at fáa jørð til bygging, tí tað gongur ov long tíð.
Teir halda, at tað einasta rætta er at kommunurnar fáa framíhjá rætt til lendið, sum liggur í byggiøkinum í býarætlanunum og so skulu grundstykkini fella til gjaldingar, so hvørt tey verða seld.
- Hetta er ein ítøkilig atfinning ímóti Búnaðarstovuni, sum tey mugu svara fyri, sigur Bjarni Djurholm.
Hann veit heldur ikki um tað í sær sjálvum er uppgávan hjá tí almenna at tryggja bíligt byggilendi so at frívirðið verður størri enn hjá einum, sum keypir privat grundstykki fyri mangt slíkt.
Landstýrismaðurin vísir eisini á, at úti á bygd er tað vanligt, at kommunur ikki gera so nógv burturúr byggibúningini,sum kommunan Havn ger. Harafturat er eisini vanligt, at kommunur átaka sær ein part av kostnaðinum fyri byggibúningina og sostatt selja grundstykkini við halli fyri at eggja fólki at seta búgv.
Sostatt heldur hann, at undir øllum umstøðum er prísurin, sum landið tekur fyri byggilendi, ein ógvuliga lítil partur av sethúsabyggingini.