Lagaligar MVG treytir fyri Start Up 

Eg vil arbeiða fyri, at Start Ups tey fyrstu 2 árini fáa lagaligar mvg afturgjaldingartreytir.

 

Selur ein fyritøka fyri 100.000 kr. skal hon rinda 25.000 kr. í MVG, óansæð um kundin rindar ella ikki.  

 

Eg minnist væl, tá ið eg byrjaði sum íverkseti. Alt var spennandi, og gleðin var ovurstór tá ið uppgávur vóru lidnar og eg kundi senda rokningar.

 

Trupulleikin var mangan, sum eg og onnur hava upplivað, at rokningar verða ikki goldnar til tíðina. Men MVG skal gjaldast óansæð.

 

Tað er ein súrur partur av at vera íverkseti, at rykkja eftir pengum, og tað kann ávirka virkisfýsni og kreativitet. Tí hevði ein lagalig MVG afturgjalding komið væl við hjá Start Ups.

 

Eg vil tí arbeiða fyri, at Start Ups tey fyrstu 2 árini fáa lagaligar mvg afturgjaldingartreytir.

 

Ólavur í Geil

 

Valevni fyri Miðflokkin