Tú ert festari her eina tíð
og má pløga Guds akrar við stríð';
tað er frøi,
um tú sáar í grýtutum bøi.
2. Strevið dagsverk man tyngja títt sinn,
tungligt arbeiði roðar tín kinn;
dagin langa,
onga stund fyri einki vit ganga!
3. Hvassir steinar her skera í hæl,
tað er tunggongt um fjøll og um dal;
onga gleði
kennir hann, sum ei grætur á vegi.
4. Um tú sáar Guds orð tína leið,
skal tað blóma ein dag har, tú steig;
alt, teg tyngir,
hvørvur burtur, tá lovsong tú syngur.
5. Ja, várt lív verður signað og trygt,
tá á gudsorðið tað verður bygt;
gakk við treysti,
um tú sjálvur ei síggja skal heystið.
Kristian Østergaard. John S. Myllhamar 1987.