Ólafur flestar atkvøður

Tey fyrstu tølini frá íslendska forsetavalinum í dag benda á, at íslendingar vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson at halda fram í embætinum.

Tá 5.371 atkvøður vóru taldar í Suðurvaldøminum, hevði Ólafur Ragnar Grímsson fingið 3.296 ella 62 prosent og harðasti kappingarneyti hansara, Þóra Arnórsdóttir 1341 atkvøður ella góð 25 prosent.

Í Suðurvesturvaldøminum er munurin millum tey bæði minni. Tá tey høvdu talt 8.900 atkvøður har, hevði Ólafur Ragnar Grímsson fingið 50,6 prosent og Þóra Arnórsdóttir með 39,3 prosent.