Talan er um nokso umfatandi tilfar, sum stavar frá fleiri skjalasøvnum og myndugleikum. Tjóðskjalasavnið hevur valt at raðfesta tað tilfar, sum verður nógv spurt eftir av viðskiftafólki stovnsins.
- Ein stórur bólkur, sum er lagdur út á netið hesaferð, eru gerðabøkurnar hjá Løgtinginum frá tíðarskeiðnum 1852-1905. Ein annar stórur bólkur eru sokallaðu mynstringarnar (Protokol over paamønstrede Skibsmandskaber), sum vórðu skrásettar hjá fútanum í tíðarskeiðnum 1902-47.
Á Tjóðskjalasavninum verður sagt, at eisini er væl av tilfari frá Føroya Provstadømi lagt út. Talan er fyri tað mesta um tilfar frá 1800-talinum (eitt nú kirkjusýn og sýn av prestagørðum).
- Nakað av tilfarinum frá Provstadøminum gongur tó heilt aftur til síðst í 1600-talinum, eitt nú skifti- og fundarbókin hjá prestaskapinum (Gejstlighedens Skifteprotokol og Gejstlighedens Mødeprotokol).
Umframt hetta er eisini eitt kopi av fólkateljingini frá 1935 lagt út á history.fo.
Við hesi umfatandi útlegging, fáa viðskiftafólk Tjóðskjalsavnsins nógv lættari atgongd til tilfar, sum áður bert hevur verið tøkt á lesistovuni.
- Við hesum tiltaki vóna vit at betra um grundarlagið fyri søgugransking, ættargransking og aðrari gransking í Føroyum, siga tey á Tjóðskjalasavninum.











