Lættari atgongd til húsalán á bygd

Bústaðir skal kunna veita lán til tey, ið vilja keypa ella byggja á bygd.

 

Tað finnast tey, ið vilja seta búgv á bygd ella útoyggj, men hava trupult at fáa lán frá bankunum. Ofta verður sett eitt ógvuliga høgt krav til eginpening, tí eini hús á bygd verða ikki mett at verða ein góð íløga.

 

Tey, ið vilja búgva á bygd, verða ístaðin víst til meginøkið, tí ein bústaður har hevur útlit at vaksa í virði. Umframt, at hetta ikki er fyrsta valið hjá hesum familjum, leggur hetta eisini enn størri trýst á frammanundan trýsta marknaðin í miðstaðarøkinum og teimum størru bygdunum.

 

Men eini hús eru ikki bara ein íløga, men eitt heim (ofta fyri lívið). Tí eiga Bústaðir at fáa heimild at veita lán til tey, ið vilja keypa ella byggja á bygd. Hetta má sjálvandi gerast ábyrgdarfult, og krøv mugu sjálvsagt setast til eginpening og inntøku.

 

At geva fleiri familjum møguleikan at búgva á bygd, vil lætta um stóra trýstið á bústaðarmarknaðum á meginøkinum.

 

 

 

Jógvan Kallsgarð Joensen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin