Fyri at verja sjúklingar, sum hava ligið innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum, eru avmarkingar settar í gildi fyri, hvør kann sleppa inn á sjúkrahúsið at vitja teir.
Hesa seinastu tíðina hevur skipanin verið tann, at tað bara hava verið tey, sum eru koppsett, sum eru sloppin at vitja sjúklingar, sum hava verið innlagdir. Tey, sum eru koppsett, og sum hava verið uttanlands, skuldu eisini bíða eftir úrslitinum av kanningini við markið, áðrenn tey fóru á eitt av sjúkrahúsunum.
Men nú verður boðað frá, at nú ber aftur til at vitja innalagdar sjúklingar, sum vanligt, og sostatt er tað ikki longur bara tey, sum eru koppsett, sum sleppa at vitja innlagdir sjúklingar. Tó er tað framvegis so, at hava tey vitjandi verið uttanlands, skulu tey hava eina negativa kanning at vísa fram, áðrenn fara á sjúkrahúsini at vitja. Hetta er eisini galdandi fyri øll trý sjúkrahúsini,











