Trupulleikin við at fólk ikki fáa frið fyri fólki, sum elta tey, verður nú tikin í álvara.
Tí skal ein lóg um elting gerast í Føroyum.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið verður nógv gjørt burturúr hesum fyribrigdinum, at summi fólk forfylgja, ella elta onnur og vilja ikki geva teimum frið.
Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, tí fólk, sum verða elt, eru ofta so illa plága, at tey tora ikki at liva sum tey vilja, men ganga í støðugum ótta fyri, hvat eltarin nú kann finna upp á.
Og ofta er tað ikki við mýkindum, men í Sosialinum hetta vikuskiftið sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hetta er ein trupulleiki, samgongan tekur í álvara.
Vit hava onga lóg á hesum øki og tí skal ein nýggj lóg um elting, gerast, har skal tað verða lættari at sleppa av við ein, sum eltur.
Eftir teirri lógini skal tað bera til, beinanvegin og áðrenn eitt mál er komið fyri rættin, at geva einum, sum eltir, greitt forboð fyri at seta seg í samband við tann, viðkomandi eltir, bæði persónliga, í telefon, við teldubrøvum, á Facebook, ella øðrum, sosialum miðlum. Aksel V. Johannesen sigur, at hann ætlar at leggja eitt uppskot um hetta fyri Løgtingið eftir ólavsøku.
Nógv meiri er at lesa um hetta í Sosialinum, sum er at fáa hetta vikuskiftið.