Lærusveinur hjá Watson

25 ára gamli Bastien Boudoire hevur fleiri ferðir siglt við Paul Watson og stóð á odda fyri bátsmanningunum undir átakinum móti grindadrápinum á Sandi.

Linda Hesselberg, ákæri, er av tí fatan, at 25 ára gamli Bastien Boudoire er tann, sum stóð á odda í átakinum móti grindadrápinum á Sandi hin 30. august.

 

Bastien Boudoire er eingin nýbyrjari í Sea Shepherd-høpi. Fyrsta átakið hjá honum fyri Sea Shepherd var No Compromise í 2010-2011, sum er átakið hjá Sea Shepherd móti japanskari hvalaveiðu í Suðurhavinum. Hann var hann matrósur umborð á Steve Irwin, meðan Paul Watson var skipari partar av átakinum.

 

Síðani gekk leiðin til Føroya og Grindstop 2011 umborð á Brigitte Bardot, aftur undir leiðslu av Paul Watson, áðrenn hann fór víðari til átakið Relentless, sum eisini er eitt átak ímóti hvalaveiðu í Suðurhavinum. Her var hann annar stýrimaður umborð á Bob Barker, meðan Peter Hammarstedt var skipari.

 

Bastien Boudoire greiddi í Føroya rætti frá, at tað var ikki ætlanin at taka lut í Grindstop 2014, men at hann fekk eina áheitan frá Lamya Essemlali og Sea Shepherd Frankaríki um vinaliga at koma við, og soleiðis endaði hann í Føroyum.

 

Bastien Boudoire var førari umborð á Mike Galesi.  Staddur nakað sunnanfyri Vágar hin 30. august, fær hann umvegis telefonina boð um, at eitt møguligt grindadráp er á Sandi. Hann ringir beinanvegin til manningina á hinum báðum bátunum hjá Sea Shepherd, B. S. Sheen og Loki, og biður teir seta kós móti Sandoynni beinanvegin. Linda Hesselberg, ákæri royndi at fáa staðfest, um tað mundi vera hann, sum hevði evstu ábyrgd yvir teimum trimum bátsmanningunum hendan dagin, og hetta var váttað, bæði av Bastien Boudoire sjálvum og av øðrum av teimum ákærdu.

 

Bastien Boudoire var eisini førari umborð á Mike Galesi, tá grindin í Haraldssundi var rikin út á hav aftur. Hetta er týðiligt á tí kunning, sum Sea Shepherd sjálvi geva frá hendingini í Haraldssundi, har teir millum annað hava bandað eina samrøðu við Bastien Boudoire.